G! festivalurin avdúkar installatión

Í samband við startskotið til G! 2020 hevur lista-ikonið úr Klaksvík, Edward Fuglø, evnað og sniðgivið eina installatión, ið byggir á kenda G! búmerkið. Installatiónin verður brúkt sum grundarlag undir tí grafiska samleikanum til komandi festivalin.

Soleiðis skrivar G! festivalurin á heimasíðu sínari í dag. Hetta er í samband við, at festivalurin ynskir at seta skapandi evnini í hásæti – eisini í fyrireikingum til næsta festival.

Talan er um eitt øðrvísi listarverk – eina G! installatión – ið er sett saman av alskyns lutum, ið eyðkenna G! festival upplivingina. Nýggja installatiónin verður sett upp í býráðshúsinum í Norðragøtu, har hon verður sýnd fram til 15. januar 2020.

Edward Fuglø hugleiðir soleiði um verkið: 

G! er so nógv annað og meira enn ein festivalur. G! er eitt fyribrigdi. Sum frálíður hevur G! vaksið seg til ein sannan klekjara av stjørnustundum og hevur so dyggiliga sett bæði Gøtu og Føroyar á altjóða festivalkortið. Líka síðan undangongufólkini byrjaðu G!, hevur tað originala, nýhugsanin, tað fevnandi, ein brúsandi kreativitetur og slóðbrótandi tónleikur verið lyklaorðini hjá G!, fyri ikki at gloyma gestablídni, hugnan og tað heimliga, tað bygdasliga, ævintýrið, dreymarnar. Í dag kenna vit øll hugtakið “tað G!-sliga”, og tað er hetta huglagið, sum mín G! installatión skal lýsa.”

Search by