Eini 200 fólk leitaðu sær í gjárkvøldið niðan í bygdarhúsið í Leirvík at lurta eftir Niclas Hera Jákupssyni.
Eysturkommuna hevði bjóðað øllum sínum starvsfólkum, saman við teirra makum til hendan fyrilesturin.
Niclas Heri hevði fyrilestur um strongd – Út við strongd, inn við lívsgleði –
Niclas Heri megnaði á ein serstakan hátt at geva áhoyrarunum eina gjølliga vitan um tekin uppá strongd, og avleiðingarnar av hesum, samstundis sum hann, á ein sera livandi hátt vísti á, hvussu vit kunnu sleppa undan hesum fyribrygdi.
Eingin ivi er um, at áhoyrararnir, aftaná fyrilesturin, fóru heim við einari góðari kenslu, og átti hetta at viðvirka til, at vit hugsa um, hvussu vit umgangast okkara starvsfelagar, o.o. í gerandisdegnum
Eitt sera positivt og læruríkt kvøld