Fyrilestur – Konufólkið í bygdini í farnum tíðum

Týskvøldið 19. februar kl. 19.30 hevur Martin Fjallstein fyrilestur á Bátasavninum í Leirvík.

Evnið er konufólkið í bygdini í farnum tíðum og fram ímóti okkara tíð.

Sagt verður frá lívskorum teirra; rættindum, arbeiði og ítrivi, klædnabúnaði og ferðing.

Dømi vera um ymsar kvinnur og kor teirra: gentur, arbeiðskonur, giftar, fráskildar, einkjur og gamlar kvinnur.

Martin hevur havt fyrilestrar um menn, bátar og skip, fiskiskap og ymsar hendingar. Nú er túrurin komin til konufólkið sum livdi og var um menninar og alt heima hesi mongu ár. Teirra partur lá ikki eftir og lívskor teirra vóru ikki betri enn hjá monnum.

Vælkomin.

Search by