Fyrilestrar í Tøting um orkumøguleikar

Hósdagin tann 7. november kl 19.00 verða tveir áhugaverdir og ókeypis fyrilestrar í Tøting í Syðrugøtu.

Tað er stjórin í fyritøkuni Hitamyndir.fo, sum fer at greiða frá um gjøstur, hitatap, bjálving, fukt og nýggjar orkumøguleikar.

Eisini fer Áki Mortensen frá Hiti.fo, at greiða frá um hitapumpur/jarðhita og fyrimunir og vansar við hesum.

Møguleiki er at fáa kaffi og okkurt afturvið.

Search by