Í svimjihøllini í Leirvík er ein 16,6 m langur svimjihylur, ið verður nógv brúktur til at svimja, venja, spæla og at hugna sær.

Uttanfyri svimjihylin er eitt nýtt og nýmótans vælveruøki. Her kanst tú stíga úr gerandisdegnum og njóta eina løtu í hugnaligum og avslappandi umhvørvi.
Svimjihøllin í Leirvík

Vælveruøkið er opið, tá ið svimjihøllin er opin. Aldursmarkið er 16 ár.
Børn yngri enn 16 ár hava atgongd til vælveruøkið saman við vaksnum ávísar tíðir, sí upplatingartíðirnar.
Allar aðrar tíðir í vikuni er aldursmarkið 16 ár fyri at sleppa inn í vælveruøkið.
Svimjihøllin er í jólaferiu frá 24. desember til og við 1. januar. Opið er aftur 2. januar sum vanligt.
Tað ber einans til at bíleggja tíð til vælveru umvegis hesa leinkjuna.
Svimjing er ókeypis
Vælveruøkið
Kostnaður
Vælveruøkið 100,- kr. (aldursmark 16 ár)
Vælveruøkið 50,- kr. (pensionistar, lærlingar og lesandi)
Vælveruøkið 50,- kr. (Børn, bert saman við vaksnum)
(atgongd til svimjing íroknað)
Klippkort og mánaðarkort
10 túrar 800,- kr. / 20 túrar 1400,- kr.
10 túrar 400,- kr. / 20 túrar 600,- kr. (pensionistar, lærlingar og lesandi)
(atgongd til svimjing íroknað)
Leigan av vælveruøkinum er 3.600,- kr. fyri 2 tímar við lívbjargara.
Leigan av svimjihøll er 600,- kr. fyri 2 tímar við lívbjargara, vælveruøkið er ikki íroknað.
Vit gera alt fyri, at børn og vaksin skulu kenna seg trygg, tá ið tey vitja okkara
svimjihøll ella vælveruøki.
Tí er tað týdningarmikið, at fólk eru saman við virðing og skili.
Vinaliga les og fylg vegleiðingum og reglum, sum eru galdandi.
Øll svimjing er undir egnari ábyrgd.
Les áðrenn tú leigar:
Fyrivarni!
Hevur tú hjartatrupulleikar, peysmeykara, diabetes ella ert við barn, er neyðugt at
vera varin í vælveruøkinum.
Vælveruøkið er gott fyri bæði likam og sál.
Tá ið tú nýtir rúmið, so eru ymiskir møguleikar at velja í.
Hvørt øki í vælverurúminum virkar á ymiskan hátt og kann betra um tína vælveru.
Hitapottar
Í vælverurúminum eru hitapottar við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Hitapottarnir rúma umleið 7-8 persónum hvør. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
Kaltvatnsøkið
Uttandura er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa. Eftir at hava fingið hitaviðgerð hevur tað sera góða ávirkan á likamið at fara í kalt vatn. Tá ið kroppurin brádliga verður køldur niður, geva blóðkørini seg saman, stoffskiftið hækkar, antioxidantar økjast, og verjuskipanin verður styrkt.
Hiti
Dampbað
Tað er týdningarmikið at drekka nóg mikið av vatni, meðan ein er á vælveruøkinum.






