Fríðkanarátak 2009

Eysturkommuna hevur gjørt av at fara undir eitt fríðkanarátak, har endamálið er at stimbra og motivera borgarar og vinnulív til at leggja enn størri áherðslu á fríðkan og umhvørvi sum heild. Eysturkommuna vil ganga á odda við at halda bygningar og økir hjá kommununi eins væl og bygdirnar sum heild í góðum og prýðiligum standi – øllum borgarum og vitjandi til trivnað og fragd.

Ætlanin er, at átakið verður á hvørjum ári, og tættirnir kunnu verða ymiskir frá ári til árs.

Ein 3 manna dómsnevnd verður sett til hvørt átakið sær, umboðandi kommununa og aðrar viðkomandi partar. Dómsnevndin fer runt í kommununi og metir um møguligar vinnarar, og velur vinnara eftir treytum, sum lýstar eru niðanfyri. Tó, tað vakra er ymiskt, og ymiskt er hvat hvør einstakur heldur verða vakurt. Tí verður partur av dómsnevndini skiftur út á hvørjum ári. Borgarin er altíð umboðaður í nevndini.

Tiltakið er skipað sum kapping, har vinnarar í hvørjum átaki sær fáa ein virðisløn og eina plátu at seta á ognina. Eisini verða skreytbløð latin til onnur enn vinnandi partin sum eitt herðaklapp.

Avgjørt er at trý átøk verða framd í verki í ár:

– Best røkta neyst

– Best røkta fyritøka

– Vakrasti urtagarður

Best røkta neyst:

Tá mett verður í greinini “Best røkta neyst” verður mett út frá hesum atlitum:

– viðlíkahald av bygninginum

– lendið rundan um, at tað er nossligt, einki ókrút, mosi og órudd

– útsjónd, so sum snið, stødd, tilfar, litur o.s.fr.

– heildarmynd

– passar til umhvørvið

Best røkta fyritøka:

Tá mett verður í greinini “Best røkt fyritøka” verður mett út frá hesum atlitum:

– viðlíkahald av bygninginum

– lendið rundan um, at tað er nossligt, einki ókrút, mosi og órudd

– útsjónd, so sum snið, stødd, tilfar, litur o.s.fr.

– heildarmynd

– passar til umhvørvið

– atkomuviðurskiftir

– skelting

– handfaring og burturbeining av burturkasti

Vakrasti urtagarður:

Tá mett verður í greinini “Vakrasti urtagarður” verður mett út frá hesum atlitum:

Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er beint av vegnum.

Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút á blómuteigum.

Hekkur: tættur og vælkliptur og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.

Trø: deyðar greinar eiga ikki at verða á trænum og træið er væl røkt.

Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túnunum (sigarettir o.a.), mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt.

Dómsnevndirnar fara til verka í august mánað og verða virðislønirnar handaðar stutt eftir.

Search by