Stuttligt er, tá eldsálir ganga høgt uppí nærumhvørvið. Í Syðrugøtu hevur leingi verið arbeitt við at gera eitt hugnaligt grønt øki omanfyri vegin við Matará.
Harafturat eru eisini flisar lagdir á gongugøtuna niðan frá Gróvargøtu í Syðrugøtu. Ætlanin var, at kommunan skuldi asfaltera gøtuna, men so bjóðaðu íbúgvar seg fram at gera arbeiðið við at leggja flisar, um kommunan fyri rindaði tilfarið.