Seinasta mánað byrjaði arbeiðið uppá at fríðka um økið ímillum Leirvíkar Skúla og eldrasambýlið Giljagarð. Millum annað verður ringpallur gjørdur júst omanfyri gamla skúla umframt at flisar verða lagdar á slættanum har. Eisini verður eitt spælipláss gjørt á niðara skúlaplássinum.
Niðan frá ringpallinum verður ein kavabreyt, ið skúlabørnini kunnu hugna sær við, tá kavi legst um veturin. Harafturat verður ein sandkassi, lítil hylur og velta gjørd longur suðureftir, umframt at trø verða planta framvið vegnum omanfyri. Sí meira á tekningini niðanfyri.