Frásøgukvøld verður á Bátasavninum komandi týskvøld, 21. oktober kl. 19.30. Martin Fjallstein sigur frá við orðum og myndum, um Annu Sofíu í Beiti, bygdargentuna, sum hvarv í Keypmannahavn í 1870-unum og heimbygd hennara um tað mundið. Eisini verður felagssangur. Øll eru vælkomin.