Franskur jazzur í Býráðshúsinum

Komandi sunnudag 9. september verður býráðshúsið karmur um eina forkunnuga jazzkonsert. Tað verður franska jazz-trio’in Michael Felderbaum 3Elements, ið vitjar í Føroyum og kemur at spæla konsert í býráðshúsinum í Norðragøtu. Konsertin byrjar kl. 17.00.

Trio’in hevur heimstað í París og er ein óvanlig ljóðføris-samanseting við gittara, saksofon og klaveri. Tað er ein ‘trialogur’ millum tríggjar evnaríkar og royndar tónleikarar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión. Saksofonleikarin undirvísir í jazzi og improvisation á ymsum tónleikaháskúlum, klaverleikarin er ein av mest umbidnu í Fraklandi, og gittarleikarin skrivar stóran part av tónleikinum, sum bólkurin spælir.

Bólkurin spælir kompositiónir eftir Michael Felberbaum og nýggjar útsetingar av pop-løgum. Talan er um eina ‘kamar-jazz’ ljóðmynd – innilig, sansalig og rútmisk.

Konsertin er ókeypis og ein liður í at royna ymisk mentanartiltøk í nýggja prísvinnandi býráðshúsinum, ið við góðum akustikki eisini er vælegnað til tónleikaframførslur. Tað er Hanna Jensen, sum hevur fingið tiltakið í lag ígjøgnum síni sambond sum franskur konsul í Føroyum.

Finn tiltakið á Facebook

Search by