Framúr vikuskifti fyri Kappróðrarfelagið Tindur

Kappróður var á Sundalagsstevnuni í gjár, og tað gjørdist ein góður dagur hjá unga kappróðrarfelagnum Tindi úr Eysturkommunu, ið nú hevur vunnið sína fyrstu gullmedalju. Tað var 5-mannafarið hjá kvinnum Leikalind, ið vann gull. Harafturat blivu Knúkur og Geytin nr. 2 og 3 í barnaróðrinum hjá dreingjum.

Síðan róðrarfelagið, Tindur, varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Tað byrjaði við tveimum manningum, og nú hevur felagið 70 virknar limir og 9 manningar. Felagið eigur 6 bátar, og formaðurin, John Høgnesen, sjálvur hevur smíðað tríggjar av bátunum.

Vit ynskja felagnum og rógvarunum hjartaliga tillukku við avrikinum um vikuskifti!

Search by