Framsýning við teknarum úr Eysturkommunu

Lista- og søluframsýning verður í Húsinum hjá Karli í Norðragøtu komandi vikuna. Talan er um lokalar teknarar, ung sum eldri, og nøkur sýna fram fyri fyrstu ferð.

Fernisering verður mikukvøldið 09. desember kl. 20:00 – opið er hetta kvøld til kl. 22:00.

Framsýningin verður síðani opin hvønn dag í eina viku frá kl. 15:00 – 20:00 til og við mikudagin 16. december. Tó verður stongt sunnudagin 13. december.

Er áhugi fyri at síggja ella keypa tekningar eftir 16. december, kunnu fólk ringja til telefonnummar: 586152

Search by