Fráfaringarsamkoma fyri Sakaris Jacobsen og Michael Jacobsen.

Í samband við at Sakaris Jacobsen og Michael Jacobsen gevast sum sløkkiliðsmenn hjá Eysturkommunu 01. januar 2021, verður skipa fyri almennar fráfaringarsamkomu á Tilbúgvingarstøðini í Leirvík leygardagin, 28. november frá kl. 14:00 til 16:00.

Sakaris og Michael hava tænt sum sløkkiliðsmenn í kommununi síðan miðskeiðis í 1980´unum.

Michael Jacobsen
Sakaris Jacobsen

Search by