Fráfaringarløta fyri Jóhan Christiansen

Mikudagin var síðsti býráðsfundur hjá sitandi býráði. Samstundis var hetta seinasti býráðsfundur hjá sitandi borgarstjóra, Jóhan Christiansen. Aftaná býráðsfundin fekk borgarstjórin ein málning handaðan frá býráðnum og varaborgarstjórin, Árni Jacobsen, helt røðu.

Í dag segði borgarstjórin so farvæl við starvsfólkið á skrivstovuni. Í hesum sambandi var lítil fráfaringarsamkoma í býráðsskrivstovuni, har Erik Lervig, kommunustjóri, segði nøkur orð og handaði Jóhan gávu frá starvsfólkunum. 

Jóhan hevur verið í kommunalpolitikki í heili 16 ár – tey fyrstu 4 árini sum bygdaráðslimur í Leirvíkar kommunu, og síðani 1. januar 2009, tá Eysturkomuna var stovnað, hevur hann verið borgarstjóri. 

Starvsfólkini í Eysturkommunu ynskja at takka Jóhan fyri tíðina og fyrimindarligt samstarv og ynskja honum alt tað besta í framtíðini. 

Search by