Seinast DVA felagsskapurin møttist var í Tønsberg, Noregi.

Forkunnug ráðstevna

Í døgunum 8. – 10. september fer Eysturkommuna aftur í víkingatíð!

Her verður forkunnug ráðstevna hildin, har limir úr Destination Viking Association (DVA), luttaka. Skráin í Eysturkommunu er fjølbroytt og hóast luttakararnir búgva á hotell KG, verða bæði Blásastova, Báta- og Listasavnið, Jógvanshøll í Leirvík og fleiri av teimum mongu útgrevstrunum og fornfrøðiligu støðunum, ið vit hava í kommununi, vitjað. Eisini vitjað luttakararnir í Kirkjubø og á Sandi.

Fyri gott tveimum árum síðan gjørdist Eysturkommuna ein partur av DVA, og vórðu vit í fjør spurd, um vit høvdu hug at vera vertir fyri eina av teimum árligu vitjanunum, ið felagsskapurin leggur lag á.

At verða limur í DVA hevur longu víst seg at vera gevandi fyri borgarar í Eysturkommunu, tí í hesum felagsskapi eru fólk við stórari vitan á økjum innan fornfrøði, miðlan av funnum gripum, matmentan í víkingatíð og annað samlað. Til dømis er framsýningin í Gamla skúla í Leirvík blivin til veruleika í góðum samstarvi við miðlara úr Vestfold Fylkeskommune í Noregi, ið hevur royndir og hegni, ið okkum her heima tørvar.

Framsýningin, ið hevur síðstu upplatingardagar leygardagin 12. og sunnudagin 13. september, er sostatt eitt dømi um, hvussu langt vit kunnu koma, tá vit samstarva og hyggja úteftir.

Ráðstevnan er bert fyri innbodnum.

Framsýningin er almenn og opið er: Leygardag 5. og 12. september kl. 10 – 17 og sunnudag 6. og 13. september 13 – 17.

Search by