Fólkatalið í Eysturkommunu støðugt vaksandi

Nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovu Føroya vísir, at fólkatalið í Eysturkommunu er støðugt vaksandi. Tann 1. september 2021 var fólkatalið 2245, samanborið við 2210 árið fyri. Hetta er ein vøkstur á 35 fleiri fólk, ella 1,6%. Um vit líta enn longur aftur, til 1. September 2016, er vøksturin 206 fólk, ella 10,1%. Fólkatalið hjá bygdnunum í Eysturkommunu, tann 1. september 2021,  sæst á myndini niðanfyri.

Vøksturin í fólkatalinum ger, at nógv verður lagt fyri at skapa fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikar í kommununi. Í Leirvík verða 16 nýggj grundstykkir gjørd í næstum, umframt eitt øki til íbúðarbygging. Tørvurin á íbúðum gerst alsamt størri, og tí er neyðugt við fjølbroyttari bústaðarmøguleikum. 34 búeindir, harav 28 leiguíbúðir og 6 lutaíbúðir, skulu eftir ætlan byggjast í Norðragøtu í næstum.


Góða gongdin sæst aftur í bygdunum, m.a. í nýggja býlinginum á Fløtugerði í Leirvík, har nógv hús standa í gerð. Komandi tíðina verða eisini hús sett í gerð í nýggja býlinginum við Myllá í Norðragøtu.

Eftirspurningurin at festa búgv í Eysturkommunu er stórur, og kommunan ger alt fyri at veita neyðugu bústaðarmøguleikarnar til vaksandi fólkatalið. Nøkur grundstykkir eru tøk í Norðragøtu, og møguleiki er at bíleggja grundstykki her.

Lyklatøl

Fólkatal
Íbúgvar í bygdunum
Leirvík
Undir Gøtueiði
Gøtugjógv
Norðragøta
Syðrugøta
Hækking/lækking
Íbúgvar seinasta árið
Til- og fráflyting
Fødd og deyð
Kvinnur og menn
Search by