Fokus á ferðavinnu í Eysturkommunu

Komandi mánaðirnar verður 25 ára gamla Marjun Andreasardóttir úr Syðrugøtu í starvsvenjing hjá Eysturkommunu. Hon tekur í løtuni eina útbúgving innan Leisure Management við fokus á ferðavinnu, og kemur í síni starvsvenjing at arbeiða við at menna ferðavinnuna í kommununi.

Marjun byrjaði sína starvsvenjing tann 13. februar og verður fram til summar. Hon kemur m.a. at arbeiða við ferðavinnupakkum og -skeltum, fyrireika kunningardiskin í nýggja býráðshúsinum, samstarva við teir ymsu aktørarnar í kommununi og at skipa fyri átøkum annars fyri at menna ferðavinnuna í kommununi.

Search by