Fleiri vildu koma á tal við borgarstjóran

Fyrsti umgangur av tiltakinum ‘Práta við borgarstjóran’ er av, og eini 10 borgarar nýttu møguleikan í morgun at spyrja borgarstjóran ella at koma við viðmerking.

– Vit eru væl nøgd við tiltakið, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri. Hetta var ein passalig nøgd at byrja við. Tíverri var onkur einkultur fyrispurningur, ið eg ikki náddi at svara áðrenn viðkomandi var farin offline aftur, av tí at fleiri fyrispurningar komu inn samstundis. 
– Nøkur gjørdu eisini vart við, at tíðspunkti ikki var tað besta til kjatt-løtuna, av tí at tað er mitt í arbeiðstíð. Tó vóru góð 100 vitjandi á heimasíðuni hendan tíman, hóast bert ein partur av teimum vildi koma á tal við borgarstjóran. Hetta verður alt tikið til eftirtektar tá tiltakið verður eftirmett eftir 3 vikur.
Borgarstjórin verður aftur online komandi mikudag frá kl. 10-11. Vónandi verður framhaldandi góð undirtøka og vilja borgarar nýta hendan møguleikan at spyrja, gera viðmerking ella koma við hugskoti til virksemi hjá kommununi.
Fólk eru eisini vælkomin at ringja til kommunuskrivstovuna á tlf. 73 00 00 ella senda teldupost á eystur@eystur.fo. Fyrispurningar beinleiðis til borgarstjóran kunnu sendast til johan@eystur.fo.
Search by