Flaggdagshald í Leirvík

Týsdagin 25. apríl kl. 13.30 skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi við krokkvøllin!

Úlvar, skótar og leiðarar møta í skótahúsinum kl. 13.00 – í búna! Øll eru vælkomin við í skrúðgonguna, sum fer frá skótahúsinum kl. 13.00! Mariann Poulsen, varaskúlastjóri í Eysturkommunu, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir.

Aftaná verður kondibingo og vit bjóða vaflur og kaffi í kjallaranum í missiónshúsinum. Vit hava valt at fara í missiónshúsið aftaná, tí wc’ini í skótahúsinum verða gjørd av nýggjum í løtuni. Hendan umvælingin er sjálvandi kostnaðarmikil, og vóna vit tí, at nógv fólk vilja stuðla okkum til kondibingo.

Verið hjartaliga vælkomin.

Leirvíks Páll Skótarnir

Search by