Góðu Eysturbúgvar!
Skótarnir skipa aftur í ár fyri flaggdagshaldi í Leirvík.
Tiltakið verður niðri við sandin mánadagin 25. apríl kl. 14.00.
Klæmint Eliasen úr Leirvík flytur fram røðu.
Fuglafjarðar Hornorkestur spælir.
Aftaná verður kondibingo.
Vit enda í skótahúsinum, har vit fáa vaflur og saft/kaffi.
Rutan hjá Eysturleiðini passar væl til flaggdagshaldið. Rutan sæðst við at fara inn á hesa leinkjuna:
https://www.eysturkommuna.fo/Default.aspx…
Úlvar, skótar og leiðarar møta í búna í skótahúsinum kl. 13.30!
Vit gleða okkum at síggja nógv fólk!
Leirvíks Páll