Fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2018 samtykt

Á býráðsfundi í gjár bleiv fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu samtykt.

Høvuðstølini í fíggjarætlanini eru hesi:

Inntøkur:                                             111.400.000 kr.
Íløgur:                                                    65.580.000 kr.
Rentuútreiðslur:                                     1.170.000 kr.
Avdráttir:                                                 5.359.000 kr.

Skattaprosent:                                         21
Barnafrádráttur:                                8.000,- kr.

Ansingargjøld:
1.600,- kr. fyri vøggustovu
1.500,- kr. fyri barnagarð
700,- kr. fyri frítíðaransing
50% avsláttur fyri 3. barn og fleiri

Fíggjarætlanin fyri 2018 gevur eitt rakstraravlop á 27,5 mió. kr. Úrslitið eftir rentur og avdráttir  verður 21 mió. kr.

Barnafrádrátturin hækkar úr 7.500,- til 8.000,- kr. og ansingargjøldini lækka soleiðis, at tey í 2018 verða 1.600,- kr. fyri vøggustovupláss, 1.500,- kr. fyri barnagarðspláss og 700,- kr. fyri frítíðaransing. Avsláttarskipanin, har gjaldið verður 50% fyri 3. barn og fleiri, heldur fram óbroytt.
Skattaprosentið verður óbroytt 21%

65,6 mió. kr. verða brúktar til íløgur og úrslitið eftir rentur, avdráttir og íløgur verður eitt hall á 44,5 mió. kr. Hetta verður fíggjað við innistandandi og lántøku á 10. mió. kr.

Eysturkommuna hevur onga nettoskuld í dag, men verður hon við  ársenda 2018 uml. 30% av eini álíkning.

Íløgur

Eysturkommuna hevur seinastu árini upplivað ein stóran vøkstur, bæði í fólkatali og barnatali. Sitandi býráð hevur sett sær fyri, at vøksturin skal halda áfram í kommununi. Íløgutørvurin er eisini merktur av hesum.

Talan eru um nógvar ymiskar íløgur:

40 nýggj grundstykkir í Eysturkommunu í 2018
Áhugin at seta búgv í Eysturkommunu er sera stórur, og bíðilistin eftir grundstykkjum er langur. Í dag standa tilsamans 150 fólk á bíðilista.

Í 2018 verða útstykkingar gjørdar í Leirvík og Norðragøtu. Tilsamans verða 40 nýggj grundstykkir. 18 í Leirvík og 22 í Norðragøtu. Umframt útstykkingar er ætlanin at keypa lendi til enn fleiri útstykkingar bæði í Leirvík og Norðragøtu í 2018 og í Syðrugøtu í 2019.

14, 2 mió. kr eru avsettar til útstykkingar og keyp av lendi.

Barnagarðar
Býráðið hevur samtykt at útbyggja barnagarðin “Brúsa” í Leirvík. Hetta kemur at geva pláss fyri 16 børnum afturat, soleiðis at barnagarðurin fer at kunna hava 100 børn. 3 mió. kr eru avsettar til útbyggingina, sum eftir ætlan verður liðug í mars/apríl 2018.

Býráðið hevur eisini tikið avgerð um at byggja nýggjan barnagarð við Gøtugjógv. Arkitektakapping hevur verið, og ætlanin er komandi ár at fara undir at byggja. Enn fyriliggur ikki nøkur endalig kostnaðarmeting av nýggja dagstovninum, men í 2018 eru 5 mió. kr avsettar til nýggjan barnagarð.

Eldraøkið
Stórt trýst er á eldraøkinum, og samstarvinum Nánd manglar búpláss. Eysturkommuna hevur sett 6 mió. kr. av í 2018 til at útvega fleiri búpláss í komandi ári, og samstundis kanna og lýsa møguleikarnar fyri at byggja eitt nýtt heim til borgarar, við sjúkuni demens.

Nýggj tilbúgvingarstøð
Arbeiðið at gera nýggja tilbúgvingarstøð er boðið út, og tilboðini skulu vera inni 5. desember í ár. Á  fíggjarætlanini fyri 2018 eru 8 mió. kr. avsettar til hetta. Nýggja tilbúgvingarstøðin verður bygd á Toftanesi í Leirvík.

Aðrar størri og smærri íløgur
Umframt frammanfyri standandi íløgur, er eisini ætlanin at gera nógvar aðrar størri og smærri íløgur í 2018.

3 mió. kr. eru avsettar at dagføra bátahylin í Norðragøtu, og 2,5 mió. kr. eru avsettar til at gera nýtt “Lugar” og nýggj kampingplass v.m við bátahylin í Leirvík.

Ítróttarhúsið við vøllin í Sarpugerði skal gerast liðugt og 2,5 mió. kr. eru avsettar til hetta. Eisini eru 3 mió. kr eru avsettar til skúlan við Gøtugjógv. Har er ætlanin at gera ymiskar dagføringar og broytingar. Eitt nú skulu hølini til lærarafyrireiking betrast. Harumframt er peningur settur av til íløgur í vegir, kloakkir, vatn og aðrar smærri ætlanir.

Inntøkur
Sambært framrokningum hjá kommununi verða inntøkurnar fyri 2017 uml. 112 mió. kr., og mett verður, at inntøkurnar fyri 2018 verða á sama støði, og eru settar til 111,4 mió. kr. harav afturberingin frá landinum er 16,4 mió. kr.

Rakstrarútreiðslur
Rakstrarútreiðslurnar eru hækkaðar við 6,5 mió. kr. í mun til 2017. Í høvuðsheitum eru hækkingarnar  3 mió. kr. til heimatænastuna Nánd, 700 t.kr. eru til lønarhækkingar og 700 t.kr til umvælingar av verkstaðsbygninginum hjá kommununi í Syðrugøtu.

 

Search by