Fíggjarætlanin fyri 2020 samtykt

Fíggjarætlanin fyri 2020 varð samtykt á býráðsfundi í gjár tann 28. november.

Høvuðstølini í fíggjarætlanini eru hesi:

Inntøkur118.216.000 kr.
Rakstrarútreiðslur93.551.000 kr.
Løgur57.085.000 kr.
Rentuútreiðslur1.045.000 kr.
Útreiðslur til rentustuðul1.300.000 kr.
RLÚ-37.765.000 kr.
Avdráttir4.360.000 kr.
Úrslit eftir rentir og avdráttir-39.125.000 kr.

Hallið á 39,1 mió. kr. verður fíggjað við 25 mió. kr í lántøku og 14,1 mió. kr verður tikið av innistandandi.

Skattaprosenti verður 21 og barnafrádrátturin verður 8.000,00 kr.

Íløgur

Nógvar ymiskar íløgur verða gjørdar í 2020, av teimum størru íløgum komandi ár kunnu nevnast:

Nýggjur dagstovnur12 mió.
Umvæling av skúlunum4,2 mió.
Ítróttarhúsið í Norðragøtu5,8 mió.
Útstykkingar í Norðragøtu10,5 mió.
Bátadráttur og víðkan av lugari í Leirvík4,5 mió.
Bátahylur í Norðragøtu8 mió.

Samtykta fíggjarætlanin verður nú send Fíggjamálaráðnum og hon verður løgd út á heimasíðuna fyrst í komandi viku.