Eysturkommuna hækkar barnafrádráttin, lækkar ansingargjøldini og ger stórar íløgur.
Á býráðsfundi í gjár, 28 nov 2016, samtykti eitt samt býráð fíggjarætlanina hjá Eysturkommunu fyri 2017.
Barnafrádrátturin verður hækkaður við 2.500 kr. úr 5.000 kr. til 7.500 kr. Mánaðargjaldið fyri at hava børn á stovni lækkar við 200 kr. fyri hvørt barnið. Skattaprosentið verður óbroytt 21%.
Stórar íløgur
Ætlanin er at gera nógvar íløgur í 2017. Íalt eru 41 mió. kr. avsettar til íløgur í 2017. Millum stóru íløgurnar er nýggjur dagstovnur við Gøtugjógv, nýggj brandstøð í Leirvík, útstykkingar í Norðragøtu og í Leirvík, liðugtgerð av nýggja Ráðhúsinum í Norðragøtu, og spillvatnsætlanin fyri kommununa.
Harumframt er ætlanin at gera fleiri smærri íløgur.
Høvuðstøl
Samlaðu inntøkurnar komandi ár eru mettar til 93,5 mió. kr. harav 15,7 mió. kr. eru afturbering frá landinum. Rakstrarútreiðslurnar verða komandi ár 76,5 mió. kr. harav 16,7 mio. kr. eru til eldraøkið.
Í 2017 kemur Eysturkommuna at rinda 5,3 mió. kr. í avdráttum av lániskuld og rentuútreiðslurnar verða 1,3 mió. kr. Við ársenda 2016 verður nettoskuldin hjá Eysturkommunu uml. 8 mió. kr. sum er uml. 10% av eini álíkning.