Fíggjarætlanin fyri 2016 samtykt

Fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2016 varð einmælt samtykt á býráðsfundi í gjár.

Stórur fólkavøksur hevur verið seinastu árini, og hetta sæst aftur í fíggjarætlanini. 34.470.000,- kr. eru settar av til íløgur fyri komandi ár. Størsta einstaka íløgan er í býráðshúsið, sum kemur at kosta 16 mió. kr. komandi ár. Býráðshúsið verður væntandi liðugt um mánaðarskiftið oktobur/novembur 2016.

7,7 mió. kr. eru settar av til útstykkingar, harav 3,7 mió. kr. til at gera útstykkingina lidna í Syðrugøtu. Onki grundstykki er tøkt i Leirvík í løtuni. 4 mió. kr. eru settar av til eina útstykkingarætlan, ið fevnir um 15 grundstykkir í Leirvík.

3 mió. kr. eru settar av til at byggja eina tilbúgvingarstøð í Leirvík.

4 mió. kr. eru settar av til íløgur í vatn og kloakkir.

Verkætlanin við nýggja bátahylin í Leirvík verður tikin upp aftur, og pengar eru settir av til at byggja nýtt felagshús við almennum vesum og brúsum til vitjandi, umframt nýggj høli til havnafútan.

1.5 mió. kr. verða nýttar til íløgur í fríðkan av bygdunum. Harímillum við Syðrugøtusand og grøna kílan í Leirvík.

Kommanan hevur eisini sett pengar av til at fyrireika eina útbygging ella nýggjan barnagarð í Gøtu umframt til at fyrireika útbygging ella nýggja heilsumiðstøð í Gøtudali.

Lántøkan í 2016 verður 15.000.000,- kr. og restin av íløgunum verður fíggjað yvir raksturin og av innistandandi.
Nettoskuldin hjá kommununi við ársenda 2016 verður uml. ½ álíkning.

Skattaprosentið verður 21, og barnafrádrátturin verður 5.000,00. kr.

Samlaður rakstrarútreiðslurnar verða 73.097.000,00 kr., rentuútreiðslurnar 2.087.000,00 og avdráttirnir 6.145.000,00 kr.

Samlaðu inntøkurnar ætlast at verða 88.827.00,00 kr.

Search by