Fíggjarætlanin fyri Eysturkommunu í 2015 er góðkend og nú løgd út á heimasíðuna. Talan er um eina rakstrarætlan á 70 mió. krónur umframt eina løguætlan fyri 18 mió. krónur.
Orsøkin til munandi hægri rakstrarætlanina í mun til undanfarin ár, er at eldraøkið verður í nýggja árinum lagt út til kommunurnar at umsita. Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava gjørt eina samstarvsavtalu í hesum sambandi, ið inniber, at umsitingin av eldraøkinum verður í Eysturkommunu. Kommunurnar báðar samstarva eisini um barnavernd, ið verður umsitin av Fuglafjarðar kommunu.