Á býráðsfundi hósdagin hin 28.november var fíggjarætlanin fyri 2025 einmælt samtykt.
Høvuðstølini eru hesi:
Inntøkur íalt | 143,6 mió |
Rakstrarútreiðslur | 122,3 mió |
Rentuútreiðslur | 2,5 mió |
Útr. til rentustuðul | 1,8 mió |
Úrslit áðrenn avdráttir | 16,1 mió |
Íløgur | 64,0 mió |
RLÚ | -47,9 mió |
Avdráttir | 8,3 mió |
Skattaprosentir | 19,9% |
Barnafrádráttur | 9.000,00 kr |
Býráðið hevur síðani í heyst viðgjørt fíggjarætlanina. Inntøkan fyri 2025 er mett til 143,6 mió. kr.
Skattaprosentið verður eins í ár 19,9 og barnafrádrátturin verður eisini óbroyttur, 9.000,00 krónur fyri hvørt barnið.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar eru mettar at verða 122,3 milliónir, har serliga kjarnuuppgávurnar sum barnaansing og eldrarøkt eru høgt raðfestar, og eru á leið helmingurin av rakstrarjáttanini.
Sum nakað nýtt, so er peningur settur av til køkshjálp á ansingarøkinum, og kemur hetta at verða sett í verk skjótast gjørligt í 2025.
Í 2025 eru 64 milliónir krónur avsettar til íløgur. Har áleið helvtin er avsett til ætlaðu skúlaútbyggingina í Leirvík
Ein onnur verkætlanan, ið arbeitt hevur verið við í hesari setuni, er útstykking í Syðrugøtu. Hendan verkætlanin skal fremjast og er peningur settur av til at fara undir hana sum skjótast.
Verkætlanin við Tjørnunes fekk byggiloyvið útskriva fyrst í november mánaða. Lendiskeypið var framt fyri 3 árum síðani og fer verkætlanin eftir ætlan í gongd, í næstum, peningur er tískil avsettur til hesa verkætlanina í komandi ár.
Miðstøðin hjá Nánd skal uppraðfestast, og er peningur avsettur til at fáa miðhæddina setta í stand, soleiðis at heimatænastan hjá Nánd fær betri umstøður til sítt arbeiði.
Harumframt verða íløgur ið eru settar í verk í verandi árið, men ikki klára at verða framdar í 2024, fluttar fram til 2025.
Smærri fríðkanarverkætlanir eru eisini raðfestar, og verður meira at frætta um hesar sum árið gongur.