Back
Tíðindi
Skrivað tann 30. november 2018

Fíggjarætlan hjá Eysturkommunu fyri 2019

Fíggjarætlanin hjá Eysturkommunu fyri 2019 bleiv samtykt á býráðsfundi í gjár.

Fíggjarætlanin fyri 2019 ber brá av, at hetta er fyrstu ferð síðani Eysturkommuna bleiv stovnað í 2009, at kommunan ikki væntar inntøkuvøkstur fyri komandi ár. Kommunan lækkar inntøkumetingina fyri 2019 við smáum 2 mió. kr. frá 113 mió. kr til 111 mió. kr.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar hækka tó, og verða íalt 89,3 mió. kr., sum er ein hækking uppá 3,7 mió. kr. Orsøkin til hækkingina er størri játtan til eldraøkið og lønarhækkingar. Raksturin gevur eitt yvirskot uppá 21,7 mió. kr., sum býráðið metir er nøktandi.

Kommunan hevur sett 49,4 mió. kr. av til íløgur. Talan er um nógvar ymiskar íløgur men størstu íløgurnar eru hesar:

 

Nýggjur dagstovnur í Gøtugjógv                                                     10 mio. kr.

Bátahylurin í Norðragøtu                                                                  5  mió. kr.

Liðugtgerð við bátahylin í Leirvík og bátadráttur                       3,2 mió. kr.

Útstykking í Norðragøtu                                                                    8 mió. kr.

Liðugtgerð av tilbúgvingastøð í Leirvík                                           5 mió. kr.

Skúlin við Gøtugjógv                                                                           3 mió. kr.

 

Eysturkommuna kemur við ársenda 2018 onga nettoskuld at hava, men ætlanin er at upptaka lán á 20 mió. kr kommandi ár. Samlaði fíggjartørvurin í 2019 verður uml. 34 mió. kr. og er ætlanin at 14 mió. kr. verður tikið av innistandandi. Nettoskuldin við ársenda 2019 verður 33 mió., sum er 35% av eini álíkning.

 

Skattaprosentið, barnafrádrátturin og ansingargjøldini verða óbroytt, og verða í 2019:

 

Skattaprosent                             21%

Barnafrádráttur                         8.000,00 kr.

Vøggustovugjald                        1.600,00 kr.

Barnagarðsgjald                         1.500,00 kr.

Frítíðarpláss                                  700,00 kr.