Fíggjarætlan fyri 2022

Á býráðsfundi í gjár varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt. Skattaprosentið verður 21%, sum er tað sama sum í 2021, og barnafrádrátturin verður 8.000 kr., sum eisini er tann sami sum í 2021.

Høvuðstøl

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 118,2 mio. kr., og rakstrarútreiðslurnar verða 98,2 mió. kr. Íløgurnar í 2022 verða 46,1 mió., meðan rentuútreiðslurnar verða mettar til 1 mió. Úrslitið í 2022 verður eitt hall á kr. 28,4 mió., sum verður fíggjað við lántøku. 

Býráðið í Eysturkommunu hevur, sum fyrsta býráð í Føroyum, samtykt at seta eyka pening av til innkoyring av vøggustovubørnum. Hetta fyri at ansingarstovnarnir betri kunnu tillaga seg innkoyringar av nýggjum børnum, men samstundis varðveita hendurnar og starvsfólkið, sum eru inni á stovninum til restina av børnunum. 

Rakstrarjáttanin til eldrasamstarvið Nánd, ið Eysturkommuna hevur saman við Fuglafjarðar kommunu, er hækkað við 3,8 mió, av hesum eigur Eysturkommuna 2 mió. Henda hækkingin kemst serliga av, at Nánd hevur sett úr í kortið at veita enn betri tænastur til okkara eldru borgarar við uppraðfesting av starvsfólki. 

Íløgur

Størsti parturin av íløgunum í 2022 verða gjørdar í verkætlanir, sum longu eru farnar í gongd, millum aðrar barnagarðurin við Gøtugjógv, útstykking í Leirvík, víðkan av kirkjugarðinum í Leirvík og nýggj jarðhitaskipan til skúlan og Giljagarð í Leirvík. Íalt verða 39,6 mió. kr brúktar til hesar verkætlanir í 2022. 

Umframt hesar íløgur er peningur eisini settur av til at keypa lendi í Syðrugøtu til nýggja útstykking, og peningur er eisini settur av til íløgur í vatn, kloakk og vegir umframt at nakað av peningi verður nýttur til fríðkan av bygdunum.

Skúlin í Eysturkommunu húsast í dag við Gøtugjógv og í Leirvík. Skúlin við Gøtugjógv er seinasta árið umvældur. Hetta arbeiðið er liðugt.

Í komandi fíggjarári, eins og í 2021, er peningur settur av til fyrireikandi arbeiði at umvæla skúlan í Leirvík. Ein bólkur er settur til tað arbeiðið, sum er farið í gongd. 

Arbeiðið við at dagføra skúlan í Leirvík inniber, umframt umvæling, at nágreina, hvussu skúlabygningurin á bestan hátt kann brúkast av skúla og lokalsamfelagnum annars. 

Hetta er ætlanin at gera við at gera smærri uppíbyggingar og tillaga verandi hølir, soleiðis at tey eru meira nútímans og koma at passa enn betri til tann vaksandi skúlaungdómin og betri kunnu nýtast til tiltøk, ið eru borgarunum í Eysturkommunu at frama. 

Search by