Ferð til Vestmannaoyggjar

Í ár verða 5 ár síðani vinarbýarvitjanirnar millum Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar vóru – tað vil siga í 2012. Ein hópur av fólki úr Vestmannaoyggjum og tónleikabólkurin “Blítt og Létt” var á vitjan her í bygdunum í mai tað árið, og eini 70 fólk úr Gøtunum og Leirvík vóru seinni um árið og vitjaðu í Vestmannaoyggjum. Tað var vikuskiftið, tá víðagitna Lundaballið varð hildið.

Í báðum støðum varð gist heima hjá fólki, og høvdu vit bæði í mai og í september eitt gevandi vikuskifti saman. Og vit kunnu staðfesta, at fólksliga vinarbýarsambandið hervið varð hildið við líka.

Ætlanin er at endurtaka tiltakið í 2017: tónleikarar og onnur áhugað millum fólkið úr Vestmannaoyggjum eins og kommunal umboð koma higar til okkara í 26. til 29. mai, og fólk úr Gøtu og Leirvík fara yvir til frændur okkara í september – dagarnar 29. september til 2. oktober.

Á skránni verður sum seinast her í Eysturkommunu: konsert, veistla, útferðir, og aðrar hugnaløtur eins og ætlanin er, at gestirnir eisini hesaferð gista heima hjá fólki, og fáa vit tí brúk fyri, at tey, sum hava áhugað at hava gestir búgvandi, lata frætta frá sær. Í Vestmannaoyggjum eru vit gestir og búgva somuleiðis heima hjá fólki, og vit frætta nærri um skránna og “Lundaballið”, tá tíðin nærkast til fráferðina í heyst.

Skírisdag kl. 20.00 verður sendingin ‘Havsins Børn’ víst í Kringvarpinum um vinarbýarvitjanina fyri 5 árum síðani.

Nærri kunning og tekning fer fram hjá Árant Hansen (arant.hansen@skulin.fo – tlf. 222717) ella Hannu Jensen (hanna.jensen@skulin.fo – tlf. 211057).

Search by