Kanningarferð í Fáskrúðsfirði og á Vattanesi

Tann 12. til 15.mai vóru umboð fyri Báta- og Listasavnið í Leirvík eins og varaborgastjórin og umboð úr vinnunevnd, mentanarnevnd, og umsiting í Eysturkommunu í Fáskrúðsfirði og á Vattanesi á kanningarferð við denti á søguliga útróðurin hjá leirvíkingum, á mentanararv og á ferðavinnu og siðbundna vinnu. Fjóla Þórsteinsdóttir, savnsleiðari og Berglind Ósk Agnarsdóttir, søgufróð, syrgdu fyri eini fjølbroyttari og áhugvardari skrá.

Fiskivinna
Loðnuvinnslan er størsta arbeiðspláss í bygdini Fáskrúðsfjørður og er stovnað í 2002, sum eitt felag hjá móðurfelagnum, Kaupfélag Fáskrúðsfirðinga (KFFB), við umleið 300 eigarum úr bygdini. Fríðrik Már Guðmundsson  er stjóri og greiddi hann frá skipum og virksemi felagsins, sum hevur góðar samstarvspartar í Føroyum – og ikki minst í Gøtu. Skip felagsins eru uppisjóvarskipið Hoffel, trolarin Ljósafell, línubáturin Sandfell. Veiðan verður sum heild øll landað og virkað í frystihúsinum, á fiskamjøl- og lýsifabrikkini – virkjum felagsins á landi. Fyritøkan er m.a. einasta í Íslandi, sum framleiðir saltsild.

Tað var áhugavert at síggja húsið, Tangi, sum er gamla handilshúsið á staðnum og sum fyritøkan hevur sett í stand og sum nú m.a. verður nýtt til heimavirkisbúð. Og vóru nógv dømi um, hvussu vinnan kastar av sær til annað virksemi í lítla býnum. Eitt dømi er nýístandsetta Norðurljósahúsið, sum er eitt gamalt sjóvinnuhús, sum nú er halgað mentan og ferðavinnu.

Ferðavinna
Ferðavinnan í Íslandi er støðugt vaksandi og er avbjóðingin hjá øllum landspørtum uttanfyri Reykjavík at fáa part av vinninginum av ferðavinnuni. Í Fáskrúðsfirði og Fjarðabyggð, sum er kommunan við teimum seks bygdunum og býunum nærhendis, hava tey roynt at skipa ferðavinnutilboð, søvn og upplýsing eftir eyðkennunum á teimum ymisku plássunum. Dentur hevur verið á at menna tjaldingar- og kampingpláss og finna rætta hátt at reka hesi. Kunning til ferðafólk er skipað í øllum størru bygdunum/býunum, men á tí staðnum, sum tað er mest natúrligt í hvørji bygd: m.a. í eini svimjihøll, í einum skúla og á einum hotelli.

Fosshotel Austurland er eitt heilt serstakt hotel, sum heldur til í gamla franska sjúkrahúsinum og læknahúsinum frá stóra franska fiskivinnutíðarskeiðnum við Ísland og serliga sambandinum við Fáskrúðsfjørð. Hendan samanrenning millum søgu, samleika og vaksandi ferðavinnu hevur eydnast ómetaliga væl við hospitalshotellinum og við savninum Frakkar á Íslandsmiðum, sum fólkið í býnum leingi hevur droymt um at taka fram og byggja upp aftur til hesa nýggju vinnu. At ein góð matstova somuleiðis er staðsett á niðastu hædd ger, at lítli býurin er eitt gott ferðamál við møguleikum fyri vøkstri og fyri at draga serligar hópar av ferðafólki at sær. Franski kirkjugarðurin og gamla kapellið eru partur av hesum ferðamáli.

Bjargingarfelagið Geisli saman við kvinnufelagnum Hafdís hevur ein týdningarmiklan leiklut í ferðavinnuni í hesum øki, skilt á tann hátt, at flestu útkall í dag hava samband við ferðavinnu heldur enn til aðrar vandar og vanlukkur. Tí arbeiða hesi nógv við amboðum, útgerð og skeiðsvirksemi – eisini fyri ungdómin á staðnum, sum verður lærdur upp til ábyrgd fyri felagsskapinum og til virðing fyri náttúruni. Nýggi bjargingarbáturin Hafdís, sum eitur eftir kvinnufelagnum, sum ger eitt so týdningamikið stuðulsarbeiðið fyri bjargingarfelagið, er av fremstu og best sniðgivnu og útgjørdu av sínum slagi, sum vit eisini sluppu ein túr við sunnudagin

Á ferðini fingur vit góð hugskot og høvi at dvølja við nógvar tættir í eini í Føroyum vaksandi ferðavinnu. Eisini var áhugavert hvussu hoyra og síggja, hvussu íslendsku frændurnir skipaðu seg við ymiskum almennum tænastum.

Mentan
Mentanin á staðnum er merkt av náttúruni, av søguni, av vinnumøguleikunum og av livikorunum annars og fólkini eru blíð og fyrimyndarlig. Bindimentanin er sterk og selja tey vørurnar á Gallarí Kolfreyja, har tú finnur flottar Íslandstroyggjur eins og eina ørgrynnu av vøttum, hosum, heklaðum vørum eins og øðrum handverksvørum.

Kirkjan er frá 1915 og varð gjørd í stand til 100 ára haldið fyri tveimum árum síðani. Prestur er Jóna Kristín Þorvaldsdóttirog vøkru altartalvuna við Jesusi og smábørnunum hevur Guðmundur Einarsson frá Miðdal málað.

Yrkingin Blíðasti Blær varð skrivað í Fáskrúðsfirði og vóru tað Magnús Stéfansson, sum er haðani og skúlastjórin, Þórólvur Fríðgeirsson, sum er frá grannabygdini Støðvarfirði, sum skrivaðu hana. Hvørt mansbarn her á hesum leiðum dugir hendan sang, sum er eitt slag av eyðkennislagi. Óðinn G. Þórarinsson, tónasmiður, sum búði mong ár á Fáskrúðsfirði, gjørdi lagið.

Í Skólamiðstøðini er skúli við umleið 100 børnum, bókasavn og tónlistaskúli, og beint við liggur barnagarðurin við umleið 60 børnum, og hesir stovnar kunnu tískil gagnnýta nógvar av fasilitetunum hjá hvørjum øðrum. Í sama øki finna vit eisini læknamiðstøðina, eldrasambýlið og eldraíbúðir, ið eisini samvirkaðu á fleiri økjum.  Skúlabørnini fara seinni á miðnám í Neskaupsstøðum ella Egilsstøðum – viðhvørt á Akureyri. Vit løgdu eisini til merkis, at kommunan hevði fríari ræsur at skipa sítt virksemi, enn vit kenna tað her í Føroyum, bæði tá tað snýr seg um normeringar, pedagogiskar og fakligar avgerðir.

Savnið Frakkar á Íslandsmiðum er eitt savn, sum fólkið á staðnum stovnaði, fyri at seta hesa tíð frá 1852 til 1935, tá franski fiskiskapurin setti dám á lítla keypsstaðin, inn í ein samanhang. Nú er savnið flutt inn í sjúkrahúsbygningin, har hotel nú er innrættað, og gjørt til ein samanhangandi part av endurskapta umhvørvinum. Hetta er eitt flott savn, sum eisini talar til okkara, sum áttu sjómenn við slupp undir Íslandi í sama tíðarskeiði og kann inspirera til at byggja meira upp um ta søguna – og ikki minst útróðurin hjá leirvíkingum á Vattanesi. Av øllum føroyskum bygdum var tað úr Leirvík at flestir fóru til lands í Íslandi at rógva út. Og sterka úrtórðrarmentanin myndar enn í dag fólk og mentan.

Sum heild var vitjanin eitt fløvandi innlit í eina staðbundna og virðismikla mentan, sum er tætt í ætt við okkara.

Vattanes
Vattanes er nesið millum Fáskrúðsfjørð og Reyðafjørð og á hesum stað róðu serliga leirvíkingar út í tíðarskeiðinum frá 1877 fram til 1944. Jóan Petur Eliassen var har eini 37 summør og Theodor sonur hansara var nógv á Vattanesi eisini. 6-mannafarið, Tróndur (Reyparin), sum stendur á Báta- og Listasavninum í Leirvík, hevur verið nýttur til útróður har yviri og Jóan Petur førdi eini 57 bátar yvir til Íslands – mest til at fiska við sjálvur í “Stóra kompanínum”, men eisini til at selja íslendingum. Hann skipaði felag við uml. trimum bátum ogt.d. var Rasmus Jacobsen formaður á einum báti eina tíð. Bátasmiðirnir Óli bóndi, Niels, Magnus og Símun Johan í Leirvík smíðaðu mangar av hesum bátum.

Jóan Jacob Jacobsen var nógv á Vattanesi frá árinum 1912 og somuleiðis pápin hansara, Petur Kristian Jacobsen. Jóan Jacob hevur hann greitt frá nógvum áhugaverdum frá hesi tíð, sum vit kunnu lesa í bókini Til Lands eftir Sámal Johansen. Millum annað um at veiða fugl og ræna egg til matna á oynni Skrúði útfyri Vattanes. Í Leirvíkar Søgu eftir Martin Fjallstein kunnu vit harafturat lesa um hesa tíð. Ein annar av bátunum, sum stendur á Bátasavninum, er 8-mannafarið Grani, sum eisini hevur verið á Vattanesi í 1933 við manningini Jóannes Johannesen, sum átti hann, Axel og Hans Petur Øregaard, Høgni Marius Høgnesen og Hjalmar Hansen. Útróðramenninir seldu vanliga fiskin í Fáskrúðsfirði.

Á ferðini vitjaðu vit Vattanes og untist okkum at síggja og ganga á lendinum og hyggja út á havið, har forfedrarnir stríddust til lívsins uppihald. Tað var ein dýrabær løta og ikki minst at hitta og koma á gátt hjá Balduri og Elionóru, sum búgva har og hoyra um, hvørjar søgur og hvørji minni um hesa tíð og hetta fólk, sum kom hagar úr Leirvík við bátum, liva teirra millum. Danny, sum er ein av teimum fáu, sum eisini býr á Vattanesi, sang eina rímu frá eini hending:

Hvar gistirðu pabbi, hvar gistirðu pabbi, hvar gistirðu í Færeyjum?
Ég gisti hjá honum Jóan Péturi, en  Einar hjá Absalon!

Samanumtikið
Blíðskapurin frá fólkinum í Fáskrúsðfirði, á Vattanesi og frá kommunalari síðu var framúr. Fleiri føroyingar hava búsett seg har og vórðu vit boðin til borðhald saman við fólki við tøttum ættarbondum til Føroya at tala og syngja saman. Tað var ein gevandi løta eins og hon, tá vit fóru inn á gólvið hjá føroysku Sonju, sum giftist við Óskari og búsettist á Fáskruðsfirði á ungum døgum. Vit hittu m.a. trý av børnum teirra.

Samanhald, felags ábyrgdarkensla, sterkt samskipaðar eindir innan vinnu, fyribyrging, bjarging og trygd eins og innan mentan er eitt av eyðkennunum, sum stendur eftir í huga og hjarta okkara eftir hesa forkunnugu og inspirerandi kanningarferð.

Myndir frá túrinum

Search by