Hósdagin 27. februar kl. 15-17 er høvið at fáa eitt prát við Vegleiðingarstovuna í býráðshúsinum í Norðragøtu. Talan er um vegleiðing innan útbúgvingar- og lærumøguleikar eins og innan arbeiðsmarknaðin.
Hetta er eitt tilboð til øll í føroyska samfelagnum, so at øll fáa javnbjóðis atgongd til vegleiðing og møguleika at tosa við ein vegleiðara andlit til andlit. Hetta kann vera gott, tí í samrøðuni spretta ofta nýggj hugskot, og soleiðis kann ein fáa meira burturúr vegleiðingini, sigur Vegleiðingarstovan, sum er ein stovnur undir Undirvísingarstýrinum, í tíðindaskrivi.
Vegleiðari í Norðragøtu hendan dagin er Hanna Jensen, og øll eru vælkomin til vegleiðing – eisini tey, ið ikki vita, hvat tey skulu spyrja um. Hetta er ein møguleiki at tosa við ein vegleiðara um tínar framtíðarætlanir og at vita hvørjir møguleikar eru innan arbeiði, lesnað, læru og stuðulsviðurskifti.
Ein annar møguleiki, sum Vegleiðingarstovan júst er farin í holt við, er at bjóða e-vegleiðing. Hetta inniber, at hvønn týs- og hósdag frá kl 18-21 ber til at kjatta við ein vegleiðara á heimasíðuni www.vegleiding.fo.
Í kjattinum ber til at spyrja um alt sum hevur við útbúgving, læru ella arbeiðsmarknaðin at gera. Eisini ber til at ringja í hesum tíðarskeiði á tlf. 200910 (telefonin svarar eisini, tá Vegleiðingarstovan er opin).