Eysturleiðin til og frá skúla

Skúlin í Eysturkommunu er sera hart raktur av korona. Skúlin er í tøttum samskifti við Landslæknan um, hvussu skúlin, á bestan og skynsamasta hátt, kann verja upp fyri, at smittan spjaðir seg meira enn neyðugt. Hetta er so innan skúlagott.

Í komandi viku byrjar skúlin aftur eftir heystfrítíðina. Fleiri børn brúka Eysturleiðina til at kom í og úr skúla. Her sita børnini ógvuliga tætt, og tí er tað okkara vinarliga áheitan á tykkum foreldur um í mest møguligan mun at koyra børnini til og frá skúla og, um tey brúka Eysturleiðina, at eggja teimum at brúka munnbind.

Vónandi kunnu og vilja vit øll taka ábyrgd, fyri soleiðis at forða fyri at smittan ikki spjaðir seg meira, enn gott er.

Search by