Eysturleiðin hevur koyrt sum vanligt seinastu vikurnar. Í komandi viku verða tó tveir bussar settir inn á teir túrarnir har flest ferðandi eru við.
Orsøkin til hetta er, at corona-ráðgevingin mælir til varsemi og sigur, at tað eigur at vera ein frástøða millum tey ferðandi. Corona-ráðgevingin mælir eisini til, at tey ferðandi brúka maskur í bussinum.
Nakrar spritt-automatir eru settar upp í bussin. Heitt verður á fólk at spritta hendurnar, tá tey koma í bussin.