Eysturleiðin í samband við vegarbeiði í Norðragøtu

Vegurin við Ánna í Norðragøtu er stongdur í løtuni, og í hesum sambandi koyrir Eysturleiðin soleiðis: Bussurin koyrir oman til Øregaard, og vendir har og koyrir so inn til Magn eftir landsvegnum. Tað merkir, at tey, sum plaga at fara uppí og úr bussinum millum krossvegin/Øregaard og Magn, mugu finna annað busssteðgistað. Hetta verður galdandi, so leingi, vegurin við Ánna er stongdur.

Search by