Eysturleiðin fer at koyra skúlanæmingar

Eysturleiðin hevur ikki koyrt í góðar tveir mánar vegna korona-sóttina. Frá mánadegnum 18. mai fer Eysturleiðin so smátt í gongd aftur, og skipað verður fyri skúlakoyring fyri næmingum í skúlanum í Eysturkommunu.

Hóast krøvini um busskoyring eru linkað, fer hetta at ávirka Eysturleiðina enn. Bussarnir kunnu bert taka 22 børn, men sum eina roynd, fara vit at hava tveir bussar tøkar til skúlakoyringina.

Fyri at tað skal bera til hjá teimum, ið hava størsta tørvin á busskoyring at sleppa við, fara vit at heita á tykkum foreldur í mestan mun framhaldandi at skipa fyri egnum flutningi í og úr skúlanum.

Koyriætlanin er sum vanligt, har byrjað verður úr Syðrugøtu fylgjandi tíðir:
Mánadag        7.25              12.30   13.30   14.30 15.30
Týsdag           7.25   11.30  12.30   13.30   14.30 15.30
Mikudag         7.25              12.30    13.30  14.30 15.30
Hósdag          7.25    11.30  12.30   13.30   14.30 15.30
Fríggjadag     7.25               12.30   13.30   14.30 15.30

Komandi hósdag (21/5) og fríggjdag (22/5) er ongin skúlagongd, og tá koyrir Eysturleiðin ikki. Aðrar tillaðingar kunnu fyrikoma.

Search by