Eysturkommunu býráð samtykti á býráðsfundi 27. novembur 2025 at broyta almennu byggismatyktina – Við Ánna í Norðragøtu.

Broytingin snýr seg um at áseta eina byggilinju á 8m frá vegnum Við ánna í Norðragøtu. Galdandi fyri hesar matriklar: 111b, 79f, 110c, 110b, 109d, 109b, 92g, 92e, 92d, 92c, 97, 92h, 92b, 96, 95b, 95m, 95n, 94c, 94d, 89h, 89d, 89b, 66b, 83b, 82, 81, 79c, 141b, 141a og 141e.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri omanfyri nevndu matriklar í Norðragøtu, sært tú niðanfyri og kann eisini síggjast í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 12. januar 2026 og til og við 04. februar 2026.

Møgulig móttmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi, í seinasta lagi 25. februar 2026.

Eysturkommuna

12. januar 2026

Search by