Back
Tíðindi
Skrivað tann 12. apríl 2017

Eysturkommuna keypt tannlæknastovuna í Leirvík

Eysturkommuna hevur keypt tannlæknastovuna hjá Jústinus Eliasen í Leirvík. Framyvir fer barnatannrøktin hjá Eysturkommunu sostatt at húsast í vælútgjørdu hølunum.

Í 1991 byrjaði Jústinus tannklinikkina í Leirvík, og í meira enn 20 ár hevur hann havt barnatannrøktina í bygdini. Seinnu árini hevur hann arbeitt niðursetta tíð, og tann 1. mai ætlar hann sær frá fyri aldur eftir at hava arbeitt í 43 ár sum tannlækni.

Kommunan hevur í hesum sambandi gjørt avtalu um at yvirtaka hølini til barnatannrøktina í Eysturkommunu.

Vit takka Jústinusi fyri trúgva tænastu í barnatannrøktini hesi mongu árini.