Back
Tíðindi
Skrivað tann 2. mai 2018

Eysturkommuna fingið málning frá Varðanum

Eysturkommuna fekk í dag handaðan ein málning frá Varðanum í samband við at nýggja býráðshúsið er tikið í nýtslu. Sámal Toftanes hevur málað málningin, sum kommunan fekk sum gávu, tá nýggja býráðshúsið lat upp áðrenn jól.

Nú er málningurin liðugur, og hann varð handaður borgarstjóranum á býráðsskrivstovuni í dag av Jákupi Jacobsen og Dávidi Jacobsen frá Varðanum.