Eysturkommuna fíggjarliga væl fyri

Ársroknskapurin fyri 2016 varð viðgjørdur og góðkendur á býráðsfundi mánadagin. Samlaða úrslitið (RLÚ) hjá Eysturkommunu í 2016 var eitt yvirskot á 15,1 mió. kr. Kommunan hevur nú onga nettoskuld, men eina nettoogn á 8,4 mió. kr.

Høvuðstøl úr roknskapinum:

  • Inntøkur: 111,6 mió. kr.
  • Rakstrarútreiðslur: 72,7 mió. kr.
  • Rentuútreiðslur: 1,4 mió. kr.
  • Løguútreiðslur: 22,7 mió. kr.
  • Afturgjalding av skuld: 5,2 mió. kr.

Kommunan er sostatt fíggjarliga væl fyri. Inntøkurnar frá kommunuskatti í 2016 vóru 82 mió. kr., ið er nærum 4,4 mió. meira enn í 2015. Inntøkurnar frá felagsskatturi vóru 13,7 mió. kr., ið er 3 mió. meira enn árið fyri.

Í ár eru góðar 40 mió. settar av til løgur, harímillum til barnagarð í Gøtu, jarðarkeyp og útstykkingar, nýggja tilbúgvingarstøð, spillvatnsskipan, nýggja býráðshúsi, liðuggering av Sarpugerði umframt fleiri aðrar smærri íløgur.

Síggj fulla ársroknskapin fyri 2016 her.

Search by