PantherMedia A9307989

Eysturkommuna bjóðar øllum sínum íbúgvum morgunmat leygardagin

Í sambandi við at G! Grunnurin skipar fyri tónleikatiltakinum HOYMA leygardagin 4. november, ynskir Eysturkommuna at bjóða øllum sínum íbúgvum og gestum til góðan morgunmat í skúlanum við Gøtugjógv.

Morgunmaturin er frá kl. 09.30 til kl. 12 leygardagin. Kórið Eystanljóð ger morgunmatin.

Í skúlagarðinum eru pottar og sauna sett upp. Hesi eru ókeypis at nýta hendan dagin og opið er frá kl 10.00 til kl 17.00. Nýtið brúsurnar í skúlanum áðrenn og aftaná.

Frá kl. 17.00 til 21.00 er matstova í skúlanum við Gøtugjógv, har Eystanljóð selur 3 rættaða matskrá.

Frá kl. 9.30 til kl 19.00 er sølutorg við Hallberu, Sædis-glas, Hemmas, Rokokko og Mourentsu í skúlanum.

Til ber at keypa kaffi og okkurt gott afturvið í skúlanum frá 9.30 til 21.00

Kl. 18.30 byrjar sjálvt HOYMA, skráin sæðst her: hoyma 2017 skra

Frá kl. 23 er opið hús í Tøting í Syðrugøtu. Frá áleið midnátt spælir Flemming við vinmonnum. Opið er til kl 04.00 og bert tey við armbandi til HOYMA hava atgongd.

Atgongumerki til HOYMA kunnu keypast á heimasíðuni hjá G! Festival www.gfestival.fo og um nøkur eru eftir, so í skúlanum frá kl 9.30 leygardagin, har armbond eisini vera sett á.

Frá kl 09.30 er ítrív, tekni- og orðakrókur fyri børn.

Kl 15.00 er sangskriviverkstova við Siggu og Dánjal, har vit nýta tilfar sum er framleitt í tekni- og orðakrókinum.

Kl 16.00 er konsert við Dánjali á Neystabø, sum m.a. fer at spæla løg, vit kenna frá Ævintýraferðini.

 

Vinarliga
Eysturkommuna og G! Grunnurin

 

Search by