Eystanljóð byrjar aftur at venja

Eystanljóð byrjar kórvenjingarnar aftur týsdagin 14. september kl. 19.30 í Víkinghúsinum við vøllin í Norðragøtu

Nýggir sangarar eru hjartaliga vælkomnir og gamlir sangarar eru sjálvsagt vælkomnir aftur 🙂

Eystanljóð er eitt verðsligt kór og skráin er ógvuliga blandað. T. d. syngja vit traditionellan kórsang, kirkjutónleik, klassiskan og rytmiskan kórsang.

Vilt tú vita meir um tað at syngja í Eystanljóði, er tú vælkomin at senda ein teldurpost til eystanljod@gmail.com, samskifta umvegis facebook, ella tú kanst ringja til ein av nevndarlimunum: Maria Gregersen 272714, Sigvør Laksá 219570, Majbritt Egholm 509373, Eyðun Hansen 211733 ella Tollak Joensen 231728

Search by