Eystanljóð byrjar aftur at venja – 2021

Fyrsta kórvenjingin í 2021 verður týskvøldið 19. januar kl 19:30.

Vit venja í ovaru hædd í Víkingahúsinum við vøllin í Norðragøtu.

Nýggir sangarar eru hjartaliga vælkomnir og gamlir sangarar eru vælkomnir aftur.Eystanljóð er eitt verðsligt kór og skráin er ógvuliga blandað. T. d. syngja vit traditionellan kórsang, kirkjutónleik, klassiskan og rytmiskan kórsang.

Vilt tú vita meir um tað at syngja í Eystlanljóði, er tú vælkomin at spyrja okkum her á facebook ella ein av nevndarlimunum. Erna Olsen 774759, Maria Gregersen 272714, Sigvør Laksá 219570, Majbritt Egholm 509373, Eyðun Hansen 211733.

Search by