Eyr- og moldgoymslan fyribils flutt

Vegna arbeiðið í sambandi við nýggju útstykkingina í Syðrugøtu er nógv tung ferðsla til og frá grótbrotinum í Syðrugøtu. Tískil er eyr- og moldgoymslan fyribils flutt oman ímóti landsvegnum um Gøtueið. Innkoyringin er nakað norðanfyri fyrrverandi innkoyring. Víst verður til skelting á staðnum, ið upplýsir, hvar greinar, mold og annað havaburturkast skulu beinast burtur.

Search by