Enn ein virðisløn til býráðshúsið

Býráðshúsið í Eysturkommunu hevur vunnið enn eina virðisløn. Talan er um eina virðisløn í Architecture MasterPrize í greinini Institutional Architecture (stovnsbyggilist).

The Architecture MasterPrize er ein árlig virðisløn, ið verður latin til serstaka byggilist innan nógvar ymsar greinar. Talan er um tríggjar høvuðsbólkar – arkitektur snið, innandura snið og landslags arkitektur – og undir hesum eru tilsamans 42 bólkar.

Virðislønir verða latnar vøkrum og serstøkum byggiverkætlanum kring allan heimin, og í hesum føri hevur býráðshúsið í Eysturkommunu, sum Osbjørn Jacobsen Arkitektar hava sniðgivið, enn einaferð sett Føroyar á heimskortið fyri sína serstøku byggilist.

Nakrar fáar virðislønir vórðu latnar í Norðurlondum afturat býráðshúsinum. Harímillum eru Copenhagen International School í Nordhavn, Frederiksbjerg skúli í Århus, Maersk Tower í Keypmannahavn og Mylla Hytte norðanfyri Oslo.

Search by