Eftir áheitan frá IRF, varð endunýtslan stongd frá 22.06.2024.
Hetta orsakað av, at sera nógv burturkast hópaði seg upp um landið, meðan verkfall var. Hóast brennistøðin á Hagaleiti koyrir alt samdøgrið, ber ikki til at brenna meir enn eitt vist og IRF heintar tí ikki burturkast frá endurvinningarplássum í løtuni.
Væntandi verður stongt eina viku aftrat. Kunnað verður á heimasíðuni, tá endurnýtslan letur upp aftur.
Vónandi vísa vit øll tolsemi, meðan IRF arbeiðir við at koma uppundan.