Týsdagur 4. feb. 2020

Endurlýsing: Nýggj serstøk byggisamtykt við Myllá í Norðragøtu

Býráðið í Eysturkommunu samtykti á fundi tann 16.12.2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri B2 økið við Myllá matr.86z í Norðragøtu.

Serstaka byggisamtyktin snýr seg um at ásetta fráleikaviðurskiftir til vegin, hæddarviðurskifti og treytir til byggingina.

Tilfar, sum lýsur uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina, liggur frammi á www.eysturkommuna.fo og í býráðshúsinum frá 8. mars 2021 og fram til 21. apríl 2021. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til eystur@eystur.fo í seinasta lagi 21. apríl 2021.


Search by