Endurlýsing heilsurøktari

Heilsurøktari til tíðaravmarkað starv til eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Vit søkja eftir heilsurøktara í farloyvisstarv til eldrasambýlið Gøtubrá. Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans, 10 á ovaru hæddini og 8 á niðaru. Farloyvisstarvið er á niðaru hædd.

Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er demenssamskipari ein dag um vikuna, kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur tríggjar dagar um vikuna, og ergo- og fysioterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Dámar tær væl at arbeiða við fólki við demens og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tú møguliga okkara nýggi starvsfelagi.

Talan er um

  • Farloyvisstarv á 32 tímar um vikuna at byrja 1. juli 2026 og til 31. august 2027.
  • Arbeiðstíðirnar eru skiftandi vaktir, dag- og náttarvaktir gerandisdagar og skiftandi vaktir annað hvørt vikuskifti

Vit vænta, at tú

  • hevur útbúgving sum heilsurøktari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur vitan og royndir innan demensumsorgan
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • skilir og kanst gera teg forstáiligan á føroyskum ella norðurlendskum
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • tryggjar sjúkrarøktarfakliga skjalfesting
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá búfólkinum

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 03.07.2026 kl. 12.

Meira kann lesast um Nánd her

Search by