Endalig valúrslit

Fínteljingin av atkvøðunum frá kommunuvalinum í gjár er liðug. Tilsamans 1291 borgarar vóru á vali og hetta er ein vallutøka á 87,9%.

Býráðið komandi 4 árini sær sostatt soleiðis út:

  • Uni Rasmussen (A) – 115 atkvøður
  • Jóhan Christiansen (E) – 146 atkvøður
  • Árni Jacobsen (C) – 135 atkvøður
  • Brandur Jacobsen (A) – 107 atkvøður
  • Tollakur Joensen (E) – 56 atkvøður
  • Hans Mourits Foldbo (C) – 58 atkvøður
  • Hanna Jensen (F) – 53 atkvøður
  • Hjalti Hermanson Dalheim (A) – 66 atkvøður
  • Gudny Langgaard (E) – 55 atkvøður

Endaligu valúrslitini síggjast her.


Til skúlastýrisvalið í Eysturkommunu vórðu hesi vald inn:

  • Ruth Norgerð Sevdal (61 atkvøður)
  • Ove Heinesen (58 atkvøður)
  • Katrin Ingolfsdóttir Gregersen (36 atkvøður)
Search by