Emma og Sunniva Danmarksmeistarar í rógving

Í dag er DM í innandura rógving og tvey meistaraheiti í kongaríkinum endaðu í Eysturkommunu. Tað vóru Emma Langgaard Nagurset og Sunniva Leo úr Leirvík, sum gjørdust Danmarksmeistarar í ávikavist U14 og U13.

Emma endaði 41 metrar frammanfyri nr 2 og setti nýtt met í DM fyri U14 gentur. Gamla metið var 1072 metrar á 4 minuttir, meðan hon kláraði at rógva 1077 metrar. Hetta er eisini nýtt føroyskt met – tað gamla metið var 1062 metrar.

Kappróðrafelagið Tindur í Eysturkommunu varð stovnað í fjør, so fyrsta árið hevur hildnast væl við hesum megnar avrikum.

Um onnur hava hug at royna seg til uttandura og/ella innandura kappróður, so verður tilmelding til kappróðurin 2018 hjá Tindi kl. 17 kvøld í Víkingahúsinum.

Search by