Eldrasambýlini stongd fyri vitjandi

Av tí at fleiri tilburðir av COVID-19 eru staðfestir kring landið hevur Nánd eldratænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu avgjørt at taka ymisk fyrivarni fyri at verja eldri borgarar, sum búgva á eldrasambýlunum í báðum kommununum.

Fyribils merkir hetta, at tað ikki er møguligt at vitja á eldrasambýlunum Vesturstovu í Fuglafirði, Gøtubrá í Norðragøtu og Giljagarði í Leirvík komandi 14 dagarnar.

Search by